Las eina góða grein eftir Jóhan Petersen, formanni í Samhald, har hann sigur, at Sambandsflokkurin byggir sín politikk á fornuft og ikki á kenslur, og tað er júst tað, flokkurin hevur verið kendur fyri.
Tá ið málið um 266b var fyri, vísti flokkurin ikki nógva fornuft. Jú eina tøkk skulu Alfred og Marjus hava fyri at verja stevnuskrá floksins, og okkara land, ímóti avkristnan.
Nú um dagarnar skulu Føroya fólk enn einaferð plágast av einum kjaki um samkynd, ja nú vilja fólk hava skrásett paralag. Nei nú kann verða nokk! Um flokkurin ikki sigur stopp, kann enda við, at hann syndrast. Eg ivist ikki í, at tað vóru nógv sambandsfólk, ið góvu flokkinum tað gula kortið, tá ið 266b var fyri, men tekur núverandi tingmanning undir við skrásettum paralagi, verða vit mong, ið geva tað reyða til næsta val.
Mín áheitan skal tí verða hon, at í tí løtu skrásett paralag verður nevnt í komandi valstríði, meldar flokkurin greitt út ja ella nei, onki við at tað er upp til hin einstaka, tí tíðin er farin frá, at flokkurin kann hava hesa støðu.
Um vit skulu fylgja stevnuskránni er eingin ivi um, at svarið er ímóti skrásettum paralagi. Sigur flokkurin hinvegin ja, so mugu vit broyta greina 1. Alt annað, er at lúgva fyri veljarunum.
Monrovia 23.08.07