Takið bólk 5 upp til nýggja meting

Til stýrið fyri inntøkutrygd
v/Alfred Petersen

Mortan Johannesen
-------

So skelkandi og skuffandi var at lesa nýggju kunngerðina um minstaforvinning fyri bólk 5, at umrøddi bólkur nærmast verður frátikin minstaforvinning, men skal gjalda inn í skipanina á jøvnum føti við aðrar.
Bólkur 5 er mest samansettur av eldri monnum, sum hava eitt langt lív í fiskivinnuni á landi ella á sjógvi, og nú hesir menn eru farnir at eldast, so hava teir fingið sær útróður sum livibreyð – serliga í bólki 5.
Í bólki 5 hava hesir menn fingið, tá veðrið og fiskarí ikki hava verið til vildar, nakað av minstaforvinningi. Henda upphæddin hevur verið frá 1.000 kr upp til 12.000 kr um mánaðin, tá onki er at forvinna orsakað av veðri, hetta er treytað av, at teir seinastu seks mánaðirnar hava fiskað fyri minst 70.000 kr og 10.000 kr um mánaðin. Teir seinastu tríggjar mánaðirnar.
Hetta minstagjaldið er nú hækkað til 200.000 kr fyri at koma inn í skipanina, sostatt ein hækkin út við 3.000 prosent, samstundis sum hin ísfiskaflotin bert er skerdur við gott 20 prosentum í minstuløn. Hetta má sigast at verða órættur fyri tann veikasta bólkin í skipanini.
Tí fara vit inniliga at heita á stýrið fyri inntøkutrygd um at taka bólk 5 uppaftur til nýggja vurdering, og seta intøkumarkið ikki hægri enn 100.000 kr fyri at koma inn í skipanina, og sjálvt um hetta mark verður 100.000 kr, so er hetta versnandi kor fyri bólk 5.
Vónandi verður hetta ynski gingið okkum á møti.