Á heysti 2005 heittu tilsamans 28 fakfeløg á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum á landsstýrið og løgtingið at hækka fyritíðarpensjónirnar í Føroyum.
Feløgini løgdu serstakligan dent á at fáa landsstýrið og løgtingið at taka av lægstu fyritíðarpensjón – hetta soleiðis at tey sum nú fáa lægstu fyritíðarpensjón, fara at fáa játtað tað, sum samsvarar við miðal fyritíðarpensjón. Hóast hesa áheitan vóru ongi stig tikin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 at taka av lægstu fyritíðarpensjón.
Heldur ikki í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 verður lagt upp fyri at taka av lægstu fyritíðar-pensjón. Lægsta fyritíðarpensjón eins og miðal- og hægsta fyritíðarpensjón hækkar í 2007 við 4%, ið er tann prosentsatsur, sum fyritíðarpensjónir hækka við árliga sambært galdandi ásetingum í fyri-tíðarpensjónslóggávuni.
Í 2006 fáa giftir lægstu fyritíðarpensjónistar 5.272 kr. um mánaðin ella í alt 63.264 kr. um árið og stakir lægstu fyritíðarpensjónistar fáa 6.617 kr. um mánaðin ella í alt 79.404 kr. í árligari pensjón. NB: Fyritíðarpensjónistar fáa onga ískoytisveiting úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum.
Fólkapensjónin, ið er alt ov lág, er tó hægri enn lægsta fyritíðarpensjón. Ein giftur fólkapensjónistur fær 6.640 kr. um mánaðin (fólkapensjón + ískoytisveiting frá samhaldsfasta) ella í alt 79.680 kr. í árspensjón og ískoytisveiting í 2006, meðan ein stakur fólkapensjónistur fær 8.103 kr. um mánaðin ella í alt 97.236 kr. í árspensjón og ískoytisveiting í 2006.
Feløgini gera enn einaferð vart við, at tað er alneyðugt – beinanveg – at hækka lægstu fyritíðar-pensjón, soleiðis at henda pensjón í minsta lagi kemur uppá tað, sum svarar til miðal fyritíðar-pensjón, har gift ár 2006 fáa 93.840 kr. og støk fáa 108.892 kr.
Feløgini fara somuleiðis enn einaferð at gera vart við, at avlamnis- ella fyritíðarpensjón er samsýning fyri mist arbeiðsevni, og fara vit at heita á landsstýrið og løgtingið um at veita giftum og støkum somu grundarupphædd, soleiðis sum gjørt verður í londunum uttanum okkum.
Almanna- og heilsumálaráðið hevur í august mánaða 2004 roknað út, at kostnaðurin av at flyta allar lægstu fyritíðarpensjónistar upp til miðal fyritíðarpensjón einans er uml. 18 mió. kr. og at kostn-aðurin av at javnstilla giftar og stakar pensjónistar einans er uml. 12 mió. kr.
Landsstýrið boðar í hesum døgum frá, at yvirskotið á fíggjarlógini verður uml. 75 mió. kr. og átti tí at verið sjálvsagt, at løgtingið og landsstýrið uttan meiri drál uppraðfesta og hækka fyritíðar-pensjónirnar.
Tórshavn, hin 18. oktober 2006
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag