Tað er gravgangur eftir at sleppa at síggja Take That, sum í summar boðaðu frá, at teir fara á turné kring Bretland og Evropa. Har ímillum Keypmannahavn. Fyrr í ár gjørdist greitt, at Take That fer á turné aftur og tað við Robbie Williams. Fríggjamorgunin byrjaði sølan av atgongumerkjum og eftirspurningurin var so stórur, at heimasíðurnar, ið skuldi selja atgongumerkini gingu fyri. Hepnari vóru tey, ið høvdu valt at stilla seg í kø uttanfyri sølustøðini. Summi høvdu enntá valt at yvirnátta, so tey vóru vís í at fáa atgongumerkir.
Millum støðini har Take That fer at spæla eru í London, Manchester, Sunderland, Cardiff, Glasgow, Dublin og Birmingham. Av støðum uttanfyri Bretland fara teir til Italia, Holland, Týskland og Danmark. ?Progress Tour? byjar í Sunderland 30. mai komandi ár og endar Ólavsøkudag í Týsklandi.