Take That avdúka fløgudetaljur

Enski dreingjabólkurin Take That siga nú nakrar detaljur um komandi fløgu teirra, sum hevur fingið navnið ?The Circus? og sum kemur út mánadagin 1. desember.

?The Circus? verður fimta fløgan hjá bólkinum og er hetta tann fyrsta síðan ?Beautiful World? frá 2006. Fløgan varð tikin upp í London og allir fýra limirnir hava skrivað sangir til hana.

 

Sambært Gary Barlow er íblásturin til fløguna komin frá tonkum um komandi konsertferð teirra:

- Vit hava altíð dugað væl at skriva sangir, sum egna seg til endaløg til konsertir, men hesa ferð hava vit roynt at skriva sangir, sum kunnu seta gongd í alt, sigur hann við BBC Newsbeat. Hetta er eisini endamálið við fyrsta stakfløga teirra ?Greatest Day?, sum kemur út mánadagin 24. november.