Take Off á Vertshúsinum

   

Annað jólakvøld fer útisetaorkestrið Take Off at spæla til dans á Vertshúsinum í Havn.
Har siga tey annars,at tiltakið seinasta vikuskifti, har ikki færri enn 15 orkestur og solistar spældu varð sera væl eydnað, og var Vertshúsið fullsett av tónleikaáhugaðum fólki. Eisini siga tey, at tiltakið var eitt gjøgnumbrot fyri at fáa etablerað eitt spælistað í Tórshavn, og ætla tey at endurtaka tiltakið í februar mánaði.