Take Off í REX

Popprokkbólkurin við Hans Peturi í Brekkunum sum oddamanni Take Off spælir hetta vikuskiftið á REX. Bólkurin hevur síðan útgávuna Blanda Bomm verið nógv at hoyrt í Føroyum.



Siðbundni føroyski popprokkurin, ið fær tankarnar at leita sær til Terja og Føstufressar, hevur rakt føroyska lurtaran væl og hetta hevur givið bólkinum møguleika, at spæla í Føroyum rættiliga regluliga, hóast talan er um ein útisetabólk. Take Off spælir bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.