Fólk, ið gingu framvið Vágsbotn í morgun, høvdu kanska bestan hug at steðga á eina løtu og vita hvat var áfatt, tá tey sóu ein froskmann í vatnskorpuni.
Talan var um ein froskmann frá Streym Diving, ið hevði fingið eina uppgávu frá Tórshavnar Havn fyrsta várdagin í ár.
- Vit fáa av og á áheitanir frá Tórshavnar Havn um at rudda havbotnin. Tað er mest fløskur, ið vit taka upp frá havbotninum.
Umboðsmaðurin frá Tórshavnar Havn hendan morgunin í Vágsbotni, sigur at tað serliga er náttarlívið, ið óruddar havbotnin í Vágsbotni.
- Vit senda boð eftir froskmonnum einar tvær ferðir um árið at rudda framvið bryggjukantinum frá Tinganesi og yvir til Glitnir. Frá Glitnir og víðari er ikki so óruddiligt. Tað er eisini mest órudd frá náttarlívinum, ið liggur á botninum.

Taka upp eftir náttarlívinum















