Taka ungdómshúsið á Nørrebro niður

Við hjálp frá einum stórum krana fóru menn í morgun undir at taka tað umstrídda ungdómshúsið á Nørrebro niður. Einki frámerki er á krananum ella hinum maskinunum, sum verða brúktar til arbeiðið, og menninir, sum eru við í arbeiðinum, fjala andlitið, sigur danska útvarpið.

Sterk løgreglulið standa á varðhaldi rundan um húsini.

Tað er felagið Faderhuset, sum eigur ungdómshúsið á Jagtvej á Nørrebro, og um vikuskiftið frættist, at felagið hevði gjørt av at taka húsini niður.