Taka undir við uppritinum

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu og Jákup Sverri Kass) tekur í høvuðsheitum undir við uppritinum- og vil við hesum leggja dent á niðanfyristandandi:

Rættarstøða Føroya

Mælt verður til, at rættarstøða Føroya verður skipað soleiðis, at evsta vald og einkarrætturin til at skipa tað verður lagt til Føroya fólk, og at hetta vald verður útint gjøgnum tess fólkaræðiligu stovnar. Neyðugt er, at føroyingar sjálvir skipa egið lóggávuvald, útinnandi vald (stjórnarvald) og í aðru syftu dómsvald.

Tá ið tað snýr seg um løgverjuna, verður mælt til, at samstarvssemjur verða gjørdar viðvíkjandi útbúgving og kriminaltekniskum kanningum soleiðis, at ein so mikið týdningarmikil partur sum hesin fær ta viðgerð, honum er uppiborið.

Við eini komandi sjálvberandi og sjálvstýrandi tjóð liggur sjálvsagt tað í menningini, at Føroyar fáa altjóðarættarligt virkisføri, og at Føroyar á tann hátt verða síðuskipaðar øðrum sjálvstýrandi tjóðum, ið samstarvast skal við frameftir.

Samsvarandi grein 102 í stovningarsáttmála ST verða einans altjóða sáttmálar hjá suverenum londum, - bygdir á altjóða fólkarætt, - skrásettir har. Rætt, rímiligt og avgerandi er at tryggja framtíðar rættarstøðu Føroya í einum bindandi altjóðasáttmála, sum byggir á altjóða fólkarættin, so at brot á henda er at skilja sum brot á altjóða rætt. ?Hesin minnilutin tekur tí undir við, at sáttmálin verður skrásettur samsvarandi grein 102 í stovningarsáttmála Sameindu Tjóða og kunngjørdur har, tí einans soleiðis kann suverenitetur Føroya tryggjast.


Sjálvstýrisheimildirnar

Tá sjálvstýrisheimildir Føroya eru givnar við fólkatingslóg, er talan um delegatión ella umboð frá ríkinum, sum sjálvandi kann takast aftur og broytast av sama lóggevara, sum er Fólkatingið. Tí eigur sjálvsagt Føroyum at verða grundlógartryggjað rættindi ígjøgnum føroyska grundlóg.

Sum nevnt omanfyri, eru hesi viðurskifti ein týdningarmikil partur av virkisføri Føroya, og av tí at evsta vald verður at liggja hjá Føroya fólki og Løgtinginum, er sera umráðandi, at samráðst verður fram til, at Føroyar bara hava eitt lóggevandi vald, ið er Løgtingið.

Umráðandi er, at Føroyar sleppa undan avmarkaðu heimildum sínum at virka í millumtjóða høpi, har eitt nú mannarættindadómstólurin í Strassbourg verður hildin at vera einasti kærumøguleiki, um yvirskipaða valdið undir heimastýrislógini ger seg inn á eitt undirskipað øki. Hesum eiga føroyingar at sleppa sær undan skjótast gjørligt sum sjálvstýrandi og sjálvberandi tjóð.


Búskapur

Omanfyri nevndi minniluti leggur stóra herðslu á, at vit búskaparliga grundfesta okkara sjálvstýrandi tjóð trygt, og tekur tí undir við einari varisligari skiftisskipan soleiðis, at vit so væl sum møguligt útinna eina skipan, sum bæði vit og okkara eftirkomarar so trygt sum gjørligt kunnu virka, liva og mennast undir. ? Tí tekur hesin minnilutin undir við uppritinum, men ger vart við enn einaferð tað varnið, ið virkast skal undir, tá samráðst verður.

Eingin er betri at verja síni viðurskifti enn ein sjálvur, og tí má tað vera verkevni Føroya fólks at taka fulla ábyrgd av egnum landi og búskapi.

Omanfyri nevndi minniluti tekur sum heild undir við ásetingunum í uppritinum um gjaldoyra-

samstarv, búskaparliga skiftisskipan, fyrisitingarligt samstarv, javnstøðu í tjóðskapi, eins og hildið verður rætt og rímiligt at hava greiðar ásetingar um felagsnevnd um sáttmálabroytingar, herundir sáttmálauppsøgn.

Eftir at eitt úrslit fyriliggur, sum gevur Føroyum sjálvstýri, er sjálvsagt, at føroysku fólkatings-sessirnir verða frásagdir.


Uttanríkispol-

itisk viðurskifti

Minnilutin heldur tað vera umráðandi at kunna donsku ríkisstjórnina um, at fullveldi ikki merkir, at framhaldandi samstarv verður slept, men ætlanin er tvørturímóti at leita upp skipanir, ið rúma nýggjum møguleikum fyri samstarvi millum tvey javnnsett lond undir somu krúnu.

Samstundis vil minnilutin leggja herðslu á, at Føroyar í fullan mun frameftir luttaka í millumtjóða samstarvi á stjórnarstigi, sum sømir seg einari sjálvstýrandi og sjálvberandi tjóð.

Støða Føroya uttanfyri og Danmarkar innan fyri ES hevur eisini merkt okkara møguleikar fyri handilsligum samstarvi, serliga innan øki, har føroysk og donsk áhugamál ganga tvørt av øðrum.

Havandi í huga, at Dan

mark leitar sær longur inn í hetta samstarv, og serliga, at hetta skal gerast uttan fólkaatkvøðu frameftir, fána donsku møguleikarnir fyri at tæna føroyskum áhugamálum til lítar.

Hesin minnilutin mælir tí landsstýrinum til - og metir hetta sera umráðandi - longu nú at kanna eftir og taka upp samstarv við ES, WTO og aðrar okkum viðkomandi felagsskapir, sum kunnu gagna útflutningi Føroya, marknaðaráhugamálum, vinnulívi og harvið føroyska fólkinum dyggiliga.


Verjupolitisk viðurskifti

Minnilutin heldur, at Føroyar hava verið sera illa fyri í verjupolitiskum høpi líka síðani, kalda kríggið tók seg upp, og fram til dagin í dag.

Havandi í huga, at eingin fær frið longur, enn grannin vil, og at Føroyar liggja í einum hernaðarliga sera viðkvomum øki, er umráðandi, at landsstýrið tekur upp samband við grannalondini og roynir eftir møguleikum fyri samstarvi.

Mælt verður landsstýrinum staðiliga til at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um rættindi okkara til endurgjald fyri at hava verið skotbjálvi undir kalda krígnum. Hetta endurgjald eigur at verða grundað á tað, ið seinni er komið fram um hesi viðurskifti, har Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland til at sloppið sær undan øðrum útreiðslum.

Umráðandi er, at føroyska tjóðin sjálv ger av, hvussu landið og havøkið kring Føroyar verða skipað í hernaðarligum høpi frameftir.


Varligar tillagingar

Vísandi til tað, minnilutin higartil hevur nevnt, skal ásannast, at endamálið er at tryggja eitt samráðingarúrslit, sum órógvar føroyska búskapin sum minst og tryggjar føroyskum myndugleikum umstøður at fremja varligar tillagingar av føroyska búskapinum.

Av teirri orsøk, at her er talan um stórar upphæddir, metir minnilutin tað vera grundleggjandi fortreytir, at samráðingarpartarnir verða samdir um eina hóskandi og hóvliga skiftistíð soleiðis, at samfelag okkara kann laga seg til nýggju umstøðurnar sum eitt sjálvberandi og sjálvstýrandi land.

Eingin ivi er um, at samstarv millum brøðratjóðir í fleiri øldir ? í við - og mótgangi, - sum verið hevur millum Danmark og Føroyar, frameftir verður eyðkent av góðum og siðiligum samráðingaranda, har báðir partar vísa virðing hvør fyri øðrum, sum tað sømir seg framkomnum fólki.