Taka undir við at Posta verður selt

Posta kappast meiri og meiri við privatar fyritøkur og tí eigur stovnurin at verða einskildur

Nú er tíðin búgvin til at einskilja Posta. Tað halda tey í Vinnuhúsinum, sum umboða arbeiðsgevarafeløgini.

 

Herfyri boðaði Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, frá, at ætlanin er at einskilja Posta og nú sigur Vinnuhúsið í eini viðmerking, at tað taka tey undir við

 

 – Alsamt størri partar av virkseminum hjá Postverki Føroya fer fram á marknaðum, har kapping er við privatar fyritøkur, og Føroya Arbeiðsgevararafelag heldur, at tíðin er búgvin at selja felagið, sigur Vinnuhúsið.

 

Kortini halda tey, at tað kundi verið gjørt eitt sindur greiðari, at skyldan hjá keyparanum til postflutning, sum er er fevndur av einkarrætti, sum sum landið hevur bundið seg til, bara er galdandi í 10 ár, og at keyparin eftir hetta er leysur av øllum skyldum hesum viðvíkjandi.

 

Tvørtur ímóti heldur Vinnuhúsið, at vil politisku myndugleikin at onkur skylda skal vera at bera post út, skal tann uppgávan bjóðast út so at øll tey, sum fáast við post, og flutning annars, eru undir somu treytum.

 

Tað undrar eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað skal vera neyðugt at skriva í frágreiðingina, at »Starvsfólk varðveita síni rættindi sambært verandi sáttmálum. Tað verði seg við Starvsmannafelagið, sum tænastumenn ella einstaklingasáttmálar við Postverk Føroya.«

 

Hóast talan er um nýggjan eigara, verður støðan óbroytt, og tí er sjálvsagt, at virksemið, er óbroytt, eisini hvat starvsfólkinum viðvíkur, sigur Vinnuhúsið.

 

– Hetta merkir ikki, at nýggi eigarin ikki kann fremja broytingar, men at hesar skulu verða gjørdar verandi sáttmálum við starvsfólkini, sigur Arbeiðsgevarafelagið.