Flogbóltskvinnurnar hjá ÍF hava eftir trý umfar í meistaradeildini lagt seg á odda. Í vikuskiftinum vunnu tær á bæði Mjølnir og TB, og hetta hevur ført tær heilt fram á fremstu rók.
- Nú vunnu vit tveir dystir í vikuskiftinum, og hetta kom sera væl við. Sjálvt um vit vunnu á Mjølni, so spældu vit ikki ein góðan dyst. Sunnudagin leiktu vit ímóti TB, og tá var betri. Har var góð ferð í dystinum, og eg haldi, at spælið var sera gott til tíðir, sigur ein av royndu leikarunum á liðnum hjá ÍF, Randi Larsen.
Fólk høvdu ikki tær heilt stóru vónirnar til kvinnuliðið hjá ÍF, og Randi Larsen sigur, at leikararnir ikki endiliga miðja eftir fyrsta plássinum.
- Málið hjá okkum hevur ikki endiliga verið at enda ovast. Vit taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Sum heild haldi eg tó, at flestu av okkara leikarum eru nøgdir, um vit enda millum trý tey ovastu, sigur Randi at enda.