Taka sambýli í nýtslu fyrsta dagin

Tað verður eitt sindur dýrari, enn upprunaliga mett

Tað er nú komið so mikið áleiðis at gera eldrasambýlið í Hvalba, at tað nú verður tikið í nýtslu heilt skjótt.

Niels Jacob Thomsen, bygdaráðslimur, sigur, at gongst sum ætlað við tí, sum er eftir at gera, verður tað tikið nýtslu nú 1. september.

Í eldrasambýlinum er pláss fyri 10 fólkum, men tað skilst, at ætlanin er at hava átta fólk skulu búgva í sambýlinum, og so skulu hini bæði plássini verða til umlætting.

Sambýlið verður gjørt í einum húsum, sum bygdaráðið nakað síðani keypti til endamálið.

Húsini eru í trimum hæddum og tað var neyðugt at gera nokk so fitt við tey, áðrenn tey kundu brúkast til endamálið. Eitt nú skuldi lyfta setast upp og bara hon kostar fleiri hundrað túsund.

Men Niels Jacob Thomsen sigur, at tá ið húsið er liðugt, er tað væl egnað til endamálið, tí kømurini eru stór og ljós og útsýnið er av tí allarbesta útyvir alla bygdina og út á fjørðin. Somuleiðis skulu parkeringspláss gerast frammanfyri húsið.

Tá ið eldrasambýlið er liðugt, kostaði tað eitt sindur meiri, enn upprunaliga mett.

Tað fer at kosta umleið 2,5 milliónir, tá ið tað er liðugt og tað heldur hann avgjørt er á góðari leið fyri eitt slíkt hús.

Sjálvt húsið kostaði bygdaráðnum 1 millión at keypa, so tað er brúkt 1,5 millión upp á tað afturat, sigur Niels Jacob Thomsen.í eina viku havt vitjan av nógv umtalaða amerikanaranum John Purcell, sum hevur givið unga jazzbólkinum nógvan íblástur.

Um vikuskiftið høvdu tey konsert bæði í Losjuni í Gøtu og á Meiarínum í Havn, og mikukvøldið settu tey punktum fyri hesuferð við framførsluni í konsertsalinum.

Saman við John Purcell fara limirnir í bólkinum Ivory inn í tónleikin og inn í seg sjálvan, meðan tey spæla. Hetta ger framførsluna intima, og tað passar seg nú einaferð best í eitt sindur intimum umhvørvi.


Ivory í skeivum umhvørvi

Eftir bæði at hava upplivað framførsluna á Meiarínum sunnukvøldið og framførsluna á Jazzfestivalinum mikukvøldið er niðurstøðan, at tað var synd at flyta Ivory úr Klingruni inn í konsertsalin.

Ein stórur, høgur og upplýstur pallur hóskar ikki til bólkin, tí tað hendir ikki rættiliga nakað undir framførsluni annað enn tað, ið kemur úr hátalarunum.

Tónleikurin var sera góður, og bólkurin er nakað heilt fyri seg. Við at fara so djúpt inn í tónleikin, at tað næstan gerst til eitt slag av tilbiðan, koma tey fram til innarligar improvisatiónir, ið megna at røra við rættiliga nógvar streingir innan í áhoyrarunum.

Men hjá mongum bleiv framførslan ov long, kanska serliga hjá teimum, ið sótu so langt frá pallinum at tey ikki fingu intimitetin við. Tí fóru nógv fólk úr salinum ímóti endanum av framførsluni.

Hevði Ivory ístaðin sloppið at spælt í Klingruni, høvdu bæði tónleikarar og áhoyrarar fingið meira burturúr.