Í nógv ár spældu eiðis- og sundalagsmenn fótbólt á Mølini á Eiði, men har hava dystirnir verið færri í tali, síðani vøllurin við Margáir stóð klárur, og EB/Streymur flutti sínar heimadystir til tann vøllin.
Eiðis kommuna hevur leingi arbeitt við at gera nýggjan fótbóltsvøll, og nú stendur nýggi vøllurin á Hólmanum klárur. Fyrstu dystirnir verða spældir leygardagin, tá stórt hátíðarhald verður allan dagin.
Tað verður fyrst og fremst fótbóltur, sum setir dám á dagin, og eitt nú spæla øll liðini hjá EB/Streymi, sum hava heimavøll hendan dagin, sínar dystir á Eiði.
Fyrstu dystirnir verða spældir klokkan 10, og umframt hópin av fótbólti bjóðar kommunan eisini ókeypis ábit á økinum kring vøllin.