Taka nýggja høvuðssætið í brúk týsdagin

Dyrnar lata upp í nýggja høvuðssætinum hjá Bank Nordik týsdagin.

Nýggja høvuðssæti hjá Bank Nordik smæðist ikki burtur í býarmyndini, har tað liggur á eini høvd yvir miðbýnum. Higartil hava havnarfólk havt møguleikan at fylgt byggingini stig fyri stig og nú er komi á mál. Týsdagin letur bankin nevniliga dyrnar upp í nýggja høvuðssætinum í Oknarvegi 5 í Tórshavn.


Samstundis lata deildirnar í Niels Finsens gøtu og Húsagøtu aftur og harvið verður alt virksemi hjá bankanum savnað á einum stað.


Fyrsti flagið varð loyst 11. desember 2013 og upprunaliga var ætlanin, at bygningurin skuldi standa klárur á vári 2015. Tað tók tó umleið hálvt ár longri enn ætla, men nú, góð tvey ár aftaná byrjan, er bygningurin klárur at taka í nýtslu.


Bankin hevur áður upplýst, at bygningurin kostar umleið 100 milliónir.