Nú er ætlanin, at eisini sálarligur harðskapur verður kriminaliseraður í sær sjálvum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og hann sigur, at ætlanin er at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku og endar á ólavsøku næsta ár.
Tað sigur hann, nú Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at seta Istanbul sáttmálan í gildi í Føroym. Istanbul sáttmálin er ein altjóða sáttmáli, har endamálið er at fyribyrgja og basa harðskapi móti kvinnum - og harðskapi í heimunum.
Hesin sáttmálin er ikki settur í gildi fyri Føroyar og løgmaður, at arbeitt verður heldur ikki við at seta hann í gildi her. Hinvegin sigur hann, at yvirhøvur arbeiðir føroyska umsitingin eftir meginreglunum í Istanbul-sáttmálanum og sum heild er revsilógin í Føroyum eisini í samsvari við Istanbul-sáttmálan.
– Landsstýrið arbeiðir alla tíðina eftir, at dagføra lóggávuna, soleiðis at hon er í samsvari við sáttmálan. Eitt nú er ein bráðmóttøku stovna fyri tey, sum hava verið fyri neyðtøku ella øðrum slagi av harðskapi.
Almannamálaráðið hevur upplýst, at skal Istanbul-sáttmálin setast í gildi fyri Føroyar, verður tað eitt størri arbeiði at kanna, hvørjar avleiðingar sáttmálin hevur fyri Føroyar. Eitt nú skal greiða fáast á, hvørjar skyldur Føroyar átaka sær, og í hvønn mun tað er neyðugt at gera nýggja lóggávu, ella at broyta verandi lóggávu.
Seinastu árini hevur politiska skipanin lagt dent á at gera heildarætlanina ímóti harðskapi í parlagnum og nærsambondum, og sum hevur heitið »Sig Frá«. Dentur hevur eisini verið lagdur á at gera heildarætlan ímóti kynsligum ágangi.
Nú verður farið undir eina nýggja heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum, við nýggjum tiltøkum, sum eru lagað til broytingarnar í samfelagnum hesi seinastu árini.
Fyrsta stigið er tikið og tað er at seta pening av á fíggjarlógini í ár, til at seta eina nýggja harðskapsmóttøku á stovn. Hetta verður ein miðstøð, ið samskipar ráðgeving og vegleiðing til fólk, ið eru fyri harðskapi í parløgum og nærsambondum. Eftir ætlan fer hon undir virksemið longu í heyst og í hesum sambandi verið revsilógin eisini broytt – og ein partur av tí verður at kriminalisera sálarligan harðskap.