Taka nú eitt vælumtókt tiltak uppaftur

Tað verður Birita Thomsen, ergoterapeutur, sum í samráð við Gudrid Nolsøe, fysioterapeut, fer at taka sær av venjingunum.

Nú byrja vælveruvenjingarnar fyri borgarar 65+ aftur í skúlahøllini í Trongisvági, og hetta er eitt tiltak, sum er væl umtókt. 

 

- Fyrsta venjingin verður í morgin, týsdagin 7. september og vant verður tvær ferðir um vikuna, týsdag og tórsdag frá klokkan 16-17.

 

Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at tað verður Birita Thomsen, ergoterapeutur, sum kemur at standa fyri venjingunum í samráð við Gudrid Nolsøe, ið er fysioterapeutur. 

 

Vant verður eftir tilmæli frá danska Heilsustýrinum um venjingar fyri 65+

 

- Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa. Løtan eftir venjing er kærkomin til prát og hugnaliga samveru, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.