Fótbóltsdómarar í Champions League fara framyvir at fáa hjálp frá sjónbandaskipanini VAR (Video Assistant Referee). Tað boðar evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, frá í tíðindaskrivi í dag.
Tað er úrvalsráðið hjá UEFA, sum hevur tikið avgerð um, at VAR verður tikið í nýtslu næsta kappingarár – altso í 2019/2020, og at tað byrjar í playoff-umfarinum í undankappingini í Champions League.
- Vit halda, at vit við at seta í verk VAR frá august 2019 fáa nokk av tíð til at gera eina haldbara skipan og at upplæra dómararnar, sigur UEFA-forsetin, Alesander Ceferin, í tíðindaskrivinum.
UEFA upplýsir samstundis, at tað er ætlanin at brúka VAR í EM í 2020 og í bólkaspælinum í Europa League frá kappingaárinum 2020/2021 at rokna.