Taka nýtt vápn í brúk í stríðnum ímóti koronu

Servandir koronu-hundar skulu finna fólk við koronu á flogvøllinum í Helsinki

 

 

 Nú taka tey á flogvøllinum í Helsinki eitt nýtt vápn í brúk í eini roynd at forða fyri, at korona breiðir seg.

Nú skulu nevniliga servandir hundar hjálpa til at finna fólk við koronu á flogvøllinum í Helsinki.

Finavina, og fleiri aðrir miðlar, skrivar, at hundarnir finna fólk við koronu-virus í sær, áðrenn tey fáa nøkur sum helst sjúkueyðkenni.

Hundarnir hava so góðar nasar, at teir finna fólk við koronu væl áðrenn tað er komið so langt, at tær vanligu koronu-kanningarnar eru positivar.

Miðarnir siga, at hundarnir eru servandir til endamálið og hetta er fyrsta royndin av hesum slagnum í heiminum. Og tey siga, at neyvleikin hjá hundum er at kalla 100 prosent, so teir finna at kalla øll, sum eru smittað við koronu, og teir kunnu enntá finna tey, sum eru smittað fleiri dagar áðrenn tey fyrstu sjúkuteknini vísa seg.

Ein hundur hevur nevniliga bara brúk fyri 10-100 mýlum í eini kanning fyri at snodda seg fram til korona, men í teimum vanligu kanningunum er brúk fyri 18 milliónum mýlum fyri at geva úrslit.

Í løtuni eru 16 hundar vandir til at finna koronavirus og tað er granskingarbólkurin, Wise Nose, klók nøs, sum stendur fyri ætlanini, og hóast tað er neyðugt við lógarbroyting, áðrenn hetta formliga kann setast í verk, verða fyrstu royndirnar gjørdar nú.

Hundarnir koma ikki beinleiðis í samband við hundarnar. Tey, sum skulu kannast, strúka ein serligan serviett eftir húðini og leggja hann í ein kopp, sum hundurin so fær at lukta at, og upp á nakrar fáar minuttir luktar hundurin seg fram til um viðkomandi hevur koronu ella ikki.