Henda dagin verður Sandur partur av teirri stóru regatta-siglingini, tá skip og bátar í stórum tali fara at sigla millum oyggjarnar.
Í hesum sambandi verður skipað fyri serligum tiltaki, sum byrjar longu klokkan 16. Men klokkan 19 verður høvuðstiltakið henda dagin, tá seglskipini koma at bryggju, har kommunan bjóðar vælkomin. Síðani verða skipini opin fyri vitjandi.
Seinni um kvøldið fara harmonikumenn at spæla til felagssang í tjaldinum, eins og føroyskur dansur og harmonikudansur er á skránni.