Higartil í ár eru 621 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. Tað sigur Landssjúkrahúsið á heimasíði síni í morgun.
Av teimum eru 328 gentubørn og 293 eru dreingjabørn. Og av teimum 621 børnunum, vóru 14 pør av tvíburum. Men Landssjúkrahúsið sigur tó, at 19 føðingar eru væntandi afturat í ár.
Landssjúkrahúsið sigur, at føðideildin hevði mest at gera í august og september, tá ið ávikavist 62 og 67 børn vórðu fødd. Hinvegin hevði føðideildin minst at gera í februar mánað, tá ið 37 børn vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum.
Sostatt kann staðfestast, at tað eru væl færri børn fødd í ár enn tað vóru í fjør, tí í fjør vóru 676 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. Í fjør hevði føðideildin mest at gera í juli og august, har ávikavist 72 og 70 børn vórðu fødd.
Í 2015 vórðu 599 børn fødd á Landssjúkrahúsinum.
Nú á døgum verða mestsum øll børn fødd á Landsjúkrahúsinum, tí føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, eru niðurlagdar.