Taka móti 5.000 tons av svartkjafti

Norðingur og Fagraberg landa í hesum døgum til Havsbrún í Fuglafirði.


Bæði skipini hava verið til fiskiskap eftir svartkjafti, og landaði Norðingur í dag umleið 1.800 tons av svartkjafti til virkið.


Í morgin eigur Fagraberg tørn. Byrja verður at landa umleið 3.000 tons av svartkjafti á middegi. Tað skrivar Havsbrún á síni heimasíðu.