Alivinnan er ikki bara árstíðartreytað vinna. Í Norðragøtu taka teir laks hvørja viku. Í bygdini er støðugt samstarv millum alifelagið Luna, og Gøtu Fiskavirki, ið hagreiðir alilaksin. Einar tríggjar dagar um vikuna verður búgvin laksur tikin og slátraður.
Doyva og blóðga
Arbeiðsdagurin byrjar í bølaniðu; onkuntíð um fimmtíðina á morgni. Tá er aliringurin við tí búna fiskinum longu drigin til kei.
Um áttatíðina, tá ið fiskavirkið er mannað, fara blóðgararnir undir at hóva laksin upp á blóðgingarlinjuna á keiini. Áðrenn blóðging verður fiskurin doyvdur í sjógvi, sum er køldur við søltum ísflykrum. Doyvingin verður ikki framd av humaniterum orsøkum. Av kuldaskelkinum verður fiskurin róligur og harvið munandi lættari at handfara tá ið blóðgað verður. Hartil hevur brádliga kølingin við sær, at blóðið setir út í táknini og skjótari úr kroppinum. Soleiðis verður kroppurin blóðtómur, meðan táknini fáa myrkareyða dæmið, sum serliga amerikanskir keyparar krevja.
Í tangabili til blóðgingar
Um stutta tíð verður hetta virksemið flutt undir tak á Fiskavirkinum í Gøtu, og tá verður blóðgingarlinjan á keiini burturbeind. Tey uml. 40 tonsini av alilaksi, ið verða tikin um dagin, verða tá flutt í serligum tangabili inn á virkið, har arbeiðið í størri mun er automatiserað. Arbeiðsgongdin við doyving og køling verður kortini so at siga hin sama, hóast maskinur koma upp í leikin.
...
Góða ársløn
Fyrrverandi trukkførarin, ið nú er blóðgingarleiðari í Gøtu, hevur longri arbeiðsdag enn hini
Gøtumaðurin Hans Petur Jacobsen, er oddamaður tá ið alifiskur verður blóðgaður á keiini í Norðragøtu. Vanligar dagar eru teir tríggir, ið standa við gomlu blóðgingarlinjuna.
Hans Petur koyrdi trukk eini tólv ár, men valdi at sleppa gaflunum, og gerast vanligur arbeiðsmaður á Fiskavirkinum í Gøtu. Væl hevur gingið. Í fjør forvann hann 310.000 krónur. Orsøkin til góðu árslønina er, at arbeiðsdagurin hjá Hans Peturi er longri enn vanligt. Hann hevur ábyrgdina av at vaska linjuna eftir arbeiðstíð.










