Taka Kyrjastein uppaftur

Kyrjasteinur, sum eina tíð hevur ligið sokkin á Fuglafirði, verður nú ætlandi tikin uppaftur

 

Skipsbjarging

Kyrjasteinur, sum stendur á botni á Fuglafirði, skal takast upp aftur, tí hann er til ampa fyri skipaferðsluna á Fuglafirði.

Kyrjasteinur kom aftur til Fuglafjarðar fyri nøkrum árum síðan eftir at hava verið í eini longri útlegd. Skipið var tikið úr skrásetingini, og ætlanin var at seta tað í stand at hava sum savn á Fuglafirði.

Ymiskt er, sum tað gongur eftir ætlan. Og ikki ókent er, at tað gongur ikki altíð, sum ætlað er. Soleiðis eisini við Kyrjasteini. Hann varð lagdur fyri teym á Fuglafirði. Líkasum til at goyma til betri tíðir.

Men so ein vakran dag sakk hann bara beint niður, har hann varð standandi við mastratoppinum undan, tá líkindini vóru soleiðis.

Skrokkurin hevur verið til eitt sindur av ampa hjá teimum, sum vara av skipaferðsluni á Fuglafirði, og avgjørt er nú, at hann skal takast uppaftur.

Í Fuglafirði eru tey so heppin, at tey eiga ein kavara, sum fyrr hevur roynt at taka sokkin skip upp. Tað er Høgni Kjeld, sum í 13 ár hevur arbeitt sum kavari.

Høgni Kjeld hevur nú eina tíð arbeitt við at fáa Kyrjastein aftur á flot. Hann sigur, at tað hevur víst seg at verða truplari, enn hann hevði væntað, tá hann fór undir arbeiðið.

Hann sigur, at hann hevur arbeitt við at fáa lagt stroppar undir skrokkin, eins og hann hevur lagt tangar, sum skulu fyllast við luft, inn í skipið.

Kyrjasteinur er sokkin beint niður og stendur, at síggja til, púra óskaddur á botni.

Skipið stendur umleið hálvannannan metur niðri í móru og leiri, so tað er rættiliga fæst. Hartil kemur, at tað helst vigar út móti tí dupulta av tí, væntað var. So ætlanin við at fáa tveir sandbátar at hevja skrokkin, fer ikki at bera til.

?Kanska Brimil hevur orku til tað, heldur Høgni Kjeld. Ella okkurt av offshore skipunum, sum nú eru her av og á.

Men tað er ikki bara sum at siga tað at fá eina slíka bjarging at passa í teirra arbeiðsdag.

At skipið stendur langt niðri í móru og leiri ger, at tað verður sera ringt at fáa tað leyst. Heilt nágreiniliga hvussu tað verður gjørt, dugir Høgni Kjeld ikki at siga í løtuni. Men hann arbeiðir við málinum og vónar, at klárt verður at hevja Kyrjastein í hesi vikuni.