Taka jogurt av hillunum

Nú er aftur feilur í eini matvøru, sum er at fáa í føroyskum handlum.

Í hesum sambandi eru tvey sløg av Jogurt frá Arla í Danmark afturkallað.

Ein feilur í framleiðsluni av tveimum sløgum av jogurt frá Arla Foods, hevur ført við sær, at vøran er farin at gera.

Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dag.

Geringin kann gera, at Jogurtið sær øðrvísi út, eins smakkur og treystleiki kunnu verða øðrvísi enn vanligt, men hon er ikki heilsuskaðilig annars.

Tískil er vøran ikki egna til matna og hon er eisini tikin av føroysku handilshillunum.

Men hevur onkur kortini keypt av henni ímeðan hon enn var til sølu, kunnu tey venda sær til handilin, haðani hon er keypt og fáa pengarnar aftur, ella beina hana burtur.

Vøran, talan er um, er Harmonie drekkiyogurt við ananas/hyldeblomst 350 ml, haldføri til 22.11.2012? og Cultura yogurt við hindber 550 g, haldføri til 19.11.2012