Taka játtaðan stuðul aftur

Eitt uppskot um at taka pening aftur frá lesandi, sum bæði fáa útbúgvingarstuðul og frá almannaverkinum

Ein misskiljing gjørdi, at summi, sum fáa bæði útbúgvignarstuðul og stuðul frá almannaverkinum, fingu ov nógv.

 

Hetta vóru myndugleikarnir varugir við fyri eini tíð síðani og steðgaðu hesum, so fleiri slík mistøk ikki verða gjørd.

 

Men tey sum eru farin undir útbúgving undir hesum treytum fingu framvegis eina hægri upphædd, men tað er hesum samgongan nú ætlar at steðga.

 

130 fólk fáa veitingar eftir hesi skipan og skiftisreglan ger, at landskassin sparir 3,9 milljónir krónur. Lógarbroytingin fer at hava við sær, at hesi fólk fáa 2400 krónur minni um mánaðin.