Taka ikki undir við Poul Michelsen

Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, fær onga undirtøku fyri uppskotinum, hann hevur lagt fyri Løgtingið um at loyva privata arbeiðsmarknaðinum at bjóða upp á arbeiðsuppgávur á almanna- og heilsuøkinum.

Tað er greitt, eftir at Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt málið til viðgerðar.

Øll nevndin er samd um at biðja løgtingið vraka uppskotið og sostatt er lítil ivi um, at málið verður felt, tá ið Løgtingið skal atkvøða um tað í morgin.

Umboðini fyri samgonguna í Trivnaðarnevndini - Rósa Samuelsen, Hanus Samró, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Bill Justinussen - siga at landsstýrið hevur longu sum er møguleika at loyva privata arbeiðsmarknaðinum at bjóða upp á arbeiðsuppgávur á almanna- og heilsuøkinum.

- Tí er eingin orsøk at samtykkja uppskotið, men verða tænastur bjóðaðar út, er tað neyðugt at tryggja, at eftirlitið er nóg gott, halda tey.

Annars duga hinir limirnir í nevndini - Rigmor Dam, Annita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen - ikki at síggja nakra orsøk til at útveita almennar, sosialar vælferðartænastur, sum tey kalla tað.

- Uttan mun til um tað privata ella tað almenna veitir tænastuna, er tað skattgjaldarin, sum rindar. Og tað er einki, sum bendir á, at tænasturnar verða betri og bíligari fyri tað um tær verða útveittar.

- Tvørturímóti koma útreiðslur oman á til alment eftirlit, umframt vinning til privata veitaran, og skal støðið haldast, verður tænastan tískil bara dýrari.

Tær tríggjar halda eisini, at hvat prinsippinum um, at pengarnir fylgja borgaranum viðvíkur, eiga vit at vísa størsta varsemi.

Royndirnar úr Danmarn eru at privatu sjúkrahúsini yvirviðgjørdu sjúklingarnar, og landsumfatandi privat hjálparafyritøka fyri fólk við breki tók hundraðtals milliónir í vinningi, meðan brúkarin rindaði tað sama fyri tænastuna - alt við skattapeningi, sum endaði í lummunum á spekulantum.

Hinvegin eru Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk til reiðar at tosa um onnur øki innan tað almenna, har tað ber til at brúka privatar veitarar. Eitt nú innan burturkast, reingerð, vegagerð, viðlíkahald, koyring og annað, har ongin vandi er fyri lívi og heilsu hjá fólki.