Taka ikki undir við at marka játtan til ÍSF

Meirlutin í mentannarnevndini hjá Løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum hjá Jákupi Mikkelsen og Anniku Olsen um at marka játtan til ÍSF

Stríð hevur verið innanhýsis í ÍSF um hvussu pengarnir frá almennu Føroyum skulu býtast millum sersambondini.

 

Summi sersambond hava størri altjóða virksem og serliga tey halda, at ein partur av pengunum, sum almennu Føroyar játta til ÍSF, skulu latast til altjóða luttøku.

 

Fólkaflokkurin hevur tí lagt eitt uppskot fram um at marka ein part av játtanini til altjóða luttøku, men hetta vinnur nevvan frama í tinginum, tí meirlutin í mentunnarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum. Meirlutin metir heldur ikki, at tað er rætt at leggja seg útí tað sum er avsett á fíggjarlógini fyri 2016.

 

Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, setti fram eitt broytingaruppskot fyri 2017, har tað stendur, at ein partur av játtanini fer til altjóða ítrótt.

Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, mælir til at taka undir við uppskotinum, men sum í so mongum málum, so verður tað samgongan, sum fer avstað við politiska sigrinum og fellur málið.