Taka ikki oljuna upp

Oljan, sum lak úr einari leiðing á Statfjord-leiðini í gjár, rekur ikki ímóti landi longur Statoil/Hydro, sum eigur pallin Statfjord A, haðani næstan 4.000 rúmmetrar av olju runnu út í havið í gjár, boðaði í gjárkvøldið frá, at oljan rekur ikki ímóti landi longur. Tí helt felagið tað ikki vera neyðugt at taka oljuna upp, men at lata hana dampa í sjónum.

Norska tilbúgvingin vildi í gjárkvøldið vera við, at olja lekur framvegis úr avskipingarboyuni við Statfjord A, men tað avsannar oljufelagið.

Tilbúgvingin fer at senda eitt skip út á Statfjord-leiðina í morgun at kanna umstøðurnar, sigur NRK.