Byrjað er eisini uppá nýggja bátahylin millum Bíargarð og Hamranes.
Fyri umleið einari viku síðani varð byrjað at taka grót niður á vestara armi á grótkastinum á Hamranesi og at fylla nakað út av grótkastinum til nýggja bátahylin.
Í samband við at grót verður koyrt til nýggja bátahylin, stendst nakað av tungari ferðslu av hesum. Tað er okkara vón at hetta kemur at ávirka sum minst, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuni.
Í løtuni liggja eisini fleiri útróðrarbátar aðrastaðni frá, sum rógva út úr Hvalba.











