Danska løgreglan hevur gjørt av at endurkanna nøkur gomul drápsmál, sum ongantíð eru uppklárað, men sum møguliga kunnu uppklárast nú við hjálp frá dna-royndum og nýggjari tøkni.
Jens Møller hjá løgregluni í Keypmannahavn (myndin) sigur við danska kringvarpið, at hjá teimum snýr tað seg um fýra kvinnur, sum vórðu myrdar í árunum millum 1985 og 1990. Hann sigur, at løgreglan hevur fingið 14 nýggjar fráboðanir, sum hava samband við drápini, og at nakrar teirra eru av slíkum slagi, at tað er grundarlag fyri at kanna tær næri.
Løgreglan vónar at fáa onkrar fráboðanir, sum kunnu hava við sær, at hon kann finna fólk og kanna, um tey samavara við dna-royndirnar, sum løgreglan hevur. Jens Møller leggur tó dent á, at dna-samsvar er ikki nóg mikið til at fáa ein persón dømdan fyri dráp. Til tess krevst okkurt annað, sum setir viðkomandi í samband við tann dripna ella drápsstaðið, sigur hann.
Tað er ikki bara løgreglan í Keypmannahavn, sum hevur gjørt at at taka gomul drápsmál framaftur. Tað sama verður gjørt aðrastaðni á Sjællandi, á Bornholm og í Jyllandi. Tað elsta drápsmálið, sum verður tikið framaftur, er frá 1967.