Taka fyritíðarpensjón við sær ímillum lond

Er tað rætt, at fyritíðarpensjónistar missa rættin til pensjón, tá ið teir flyta ímillum Føroyar og Danmark

 Er tað rætt, at fyritíðarpensjónistar missa rættin til pensjónina, tá ið teir flyta ímillum norðurlond, eisini ímillum Føroyar og Danmark.

 

Tað er ein spurningur,  Kári P. Højgaard, tingmaður, nú vil hava landsstýriskvinnuna í almannamálum at svara.

 

Hann vil eisini hava at vita um tey átta Norðurlondini hava javnbjóðis reglur um fyritíðarpensjón.

 

Kári P. Højgaard sigur at hann spyr, tí hann hevur fingið at vita, at hóast ein hevur fingið váttan og góðkenning til fyritíðarpensjón, kunnu stórir fíggjarligir trupulleikar standast av at flyta millum lond.

 

Í hesum sambandi vil Kári P. Højgaard hava at vita um ein fyritíðarpensjónistur, sum flytir til Danmarkar ella til Føroyar, missir rættin til fyritíðarpensjón, og í staðin má fara á kontanthjælp í Danmark ella forsorgarhjálp í Føroyum.