Fuglakrím
- Vit stúra ikki so illa fyri fuglakrími. Men vit ansa uppaftur betri eftir, enn vit gjørdu fyrr.
Annfinn Brekkstein á Føroya Egg á Velbastað, sigur, at hann tekur hóttanina um fuglakrím púra róligt.
Men tað merkir ikki, at hann ikki tekur tað í álvara.
- Vit taka hetta í fullum álvara, men vit hava sett okkara fyribyrgandi tiltøk í verk og tí eru vit á so tryggari grund, sum vit kunnu vera, sigur hann.
Eggvirkið á Velbastað er Føroya einasti hønugarður á vinnuligum grundarlagi burturav. Og tað skerst ikki burtur, at úti í heimi, er tað júst á gørðum við flogfenaði, at fuglakrím er brotið út og hevur elvt til, at allur flogfenaður í nær og námind, er neyðdripin í royndunum at forða fyri at smittan breiðir seg.
Alt ov ógvuslig stig
Aðrastaðni, har fuglakrím er staðfest, stúra tey, sum hava slíkar garðar sum vinnuveg, fyri livibreyðinum, skuldi sjúkan tikið seg upp.
Og tað eru eisini tey, sum halda, at vit eiga at avmarka, fyri ikki at siga, banna, innflutningi av fugli og flogfenaði fyri at minka um vandan fyri smittu.
Tað heldur Annfinn Brekkstein hevði verið eitt alt ov ógvusligt stig at taka ímóti eini framleiðslu, sum er undir so strongum eftirliti, sum teirra er á Velbastað.
- Annars hava vit brúk fyri eggum og antin innflyta vit egg, ella innflyta vit hønur, sum kunnu verpa eggini í Føroyum. Vit innflyta hønur, men tað hevur eisini sínar smittuvandar at innflyta eggini, sigur stjórin á Eggvirkinum.
Tí dugi eg ikki a síggja nakra orsøk til at bannað innflutningi av hønum til garðin á Velbastað.
Annfinn Brekkstein sigur, at hann veit heldur onki dømi um, at hønugarðar í Evropa, har hønurnar eru undir taki, hava fingið fuglakrím.
- Hønurnar á Velbastað koma úr Danmark. Tær verða allar klaktar innandura og koma ikki í sambandi við annan flogfenað líka til tey eru á Velbaðstað. Tær verða fluttar allan vegin í lukkaðum skipanum og tær verða eisini kannaðar av djóralækna og fáa váttan fyri, at tær eru frískar. Og komnar til Velbastaðar, eru hønurnar eisini avbyrgdar.
Annars fekk hann 4.000 hønur heim mánadagin og fyrst í apríl fær hann aftur eina sending. Annars fær hann hønur nakrar ferðir um árið og tilsamans hevur hann 11.000 hønur á garðinum á Velbastað.
Hava sett fyribyrgjandi tiltøk í verk
Annars sigur Annfinn Brekkstein, at tey hava sett ymisk fyribyrgjandi tiltøk í verk fyri at avmarka smittuvandan mest gjørligt.
Tað merkir, at ongin sleppur inn á Eggvirkið, uttan vit, sum arbeiða her. Áður hevur tað verið vanligt at skúlaflokkar sluppu inn á virkið at hyggja, men tað er knívskorið nú. Samstundis hava vit styrkt ymsar mannagongdir fyri at styrkja reinførið. Tað merkir, at vit sóttreinsa oftari enn vit hava gjørt.
- Vit arbeiða professionelt og halda reinførið á hægsta stigi og tí er vandin fyri fuglakrími á Velbastað ómetaliga lítil. Tí ivist eg ikki í, at vit sleppa undan hesum í øllum góðum, sigur Annfinn Brekkstein.
Annars heldur hann, at tað er farið heilt yvir gevind, soleiðis sum óttin fyri fuglakrími er penslaður út.
- Eg haldi, at fuglafrøðingurin í Nólsoy, Jens Kjeld Jensen, hevur fatur á rætta endanum, tá ið hann í Sosialinum í gjár luftaði ein illgruna um, at tað eru tey, sum framleiða heilivág, sum halda grýtuni í kók, tí tey tjena rættiliga væl av óttanum hjá fólki fyri fuglakrími, sigur hann.
- Tað er onki undarligt, at fólk finna nógvan deyðan fugl, tí tað er vanligt hesa árstíðina nú veturin er komin í hæddina og fuglurin hevur ikki nógva føði og er sostatt illa fyri.
- Hinvegin er reinførið um okkara leiðir á einum heilt øðrum støði enn í mið- og fjarðeystri. Og tað eru altíð útbrot av ymsum sjúkum. Beint nú er tað fuglakrím, sum er í miðdeplinum og um nøkur ár verður tað okkurt annað, sigur Annfinn Brekkstein.