Taka framvegis upp eftir oljulekan

Fyri júst tveimum vikum síðani var ein oljuleki í Vági. Tá vóru allir instansir settir inn, soleiðis at tað slapst undan eini møguligari umhvørvisvanlukku, men framvegis í dag arbeiða fólk við at taka upp eftir oljulekan

Vágur: 6. desember var ein stórur oljuleki í Vági. Ein tangabátur pumpaði olju upp í ein av stóru tangunum, sum SEV hevur á Oyrunum á syðra armi á Vágsfirði. Men ólukkutíð vóru menn ikki varugir við, at tangin lak í botninum. Men fólk bóru skjótt at, allir instansir vórðu settir inn og soleiðis slapst undan eini møguligari umhvørvisvanlukku í Vági.
– Tá bleiv tað bjargað skjótt og væl, staðfestir Guðmund Jacobsen, brunaumsjónarmaður í Vágs Kommunu. Men nakað av olju lá eftir og ger tað framvegis. Hesum hevur Guðmund Jacobsen síðani havt eftirlit við, soleiðis at oljan ikki fer víðari
– Nakað av olju liggur innan fyri tangagarðin. Har liggur hon trygt og gott, og fer ongan veg, greiðir Guðmund Jacobsen frá. Her hava eisini bilar verið og grabbað oljuna burtur, sum síðani er flutt til IRF í Leivík, har hon verður brend.
Guðmund Jacobsen sigur víðari, at nakað av olju er sokkið niður í jørðina og at tey ikki heilt vita, hvussu nógva olju her er talan um. Hinvegin afturvísir hann, at henda, sum er farin niður í jørðina, seinni kann leka út á fjørðin og gera skaða har. Tí sambært Guðmund Jacobsen sleppur oljan ikki longur niður enn eitt vist, tí eitt slag av trygdarnetið forðar hesum.
Men hvussu er so við oljuni uttan fyri tangagarðin?
– Ja, uttan fyri tangagarðin er eitt øki upp á einar hundrað metrar, og sum hevur eina hædd upp á ein metur, har flóð og fjøra arbeiðir, ið ikki er heilt reint enn. Her vildi grovasta loysnin verið at grava alt grótið burtur. Men so standa vit við spurninginum, hvat vit skulu gera við grótið. Besta vildi sjálvandi verið, at onkursvegna kunna vaska alla oljuna vekk, men vit arbeiða við málinum alla tíðina, sigur Guðmund Jacobsen.
Hann dugir ikki heilt at meta um, nær alt upptakið eftir lekan í Vági er liðugt, men vísir á, at allir partar tosa saman alla tíðina – bæði kommuna, IRF og SEV.