Fótbóltur
Enn veit eingin, um 2008-útgávan av Formuladeildini er av.
Bara tveir av teimum fimm dystunum vórðu spældir leygardagin, og úrslitini í hesum lagaðu tað so, at eingin spenningur er eftir í hinum trimum dystunum.
Men enn er so ikki greitt, um FSF hevur loyvi at lata úrslitini frá leygardegnum standa, ella um seinastu tríggir dystirnir partú skulu spælast.
- Har mugu vit so fáa tey løgfrøðiligu viðurskiftini upp á pláss, og í løtuni eri eg tær svar skyldugur. Tað er sjálvandi eitt sindur óheppið, at støðan er, sum hon er í løtuni, men tað er so veruleikin, og so mugu vit fyrihalda okkum til tað, segði Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini, á Rás2 leygardagin.
- Sum tað lagaði seg, so er oddurin óbroyttur. B36 hevur vunnið bronsuna, og sigurin hjá NSÍ ber við sær, at Víkingur ikki kann hótta teir í dystinum um europisku plássini. Nú fara vit so at tosa við okkara løgfrøðing, og síðani tosa vit við feløgini, og so mugu vit finna útav, hvussu hetta verður loyst segði Sveinur.
Tøma møguleikarnar
Í 3. hálvleiki á Rás2 varð nógv tosað um møguleikan at koppa fótbóltskappingini á. Og tann spurningin fekk Sveinur Tróndarson sjálvandi eisini frá vertinum.
- Tað, sum eg haldi kann staðfestast av hesum, er, at kappingin er ov drúgv. Vit hava seinnu árini spælt tríggjar vikur longur út á heystið, enn tað var vanligt fyrr. Og øll vita av, at veðrið í oktober hevur verið ræðuligt í ár, og tí er støðan vorðin, sum hon er.
- Men fyrst og fremst ræður um at kanna, hvørjir møguleikar eru. Og ein av hesum er so at stytta kappnigina. Nú fara vit í FSF undir at leggja kappingina fyri 2009 til rættis, og har mugu vit so royna at taka neyðugu atlitini.
- Og tað ber so ikki til uttan víðari at venda kappingini. Tað má mann hava aðalfundarsamtykt til. Og sum heild haldi eg ikki, at Fótbóltssambandið skal gera nakað sum helst, uttan at feløgini eru við í hesum. So nú mugu vit í felag finna útav, hvussu vit best kunnu leggja eina fótbóltskapping til rættis, segði Sveinur Tróndarson millum annað á Rás2.










