Taka eitt samstarv upp aftur og strika eitt annað

Tvøroyrar Kommuna hevur nú samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Kommunan væntar at fáa 47 milliónir inn í skatti, men raksturin kostar 37 milliónir og átta milliónir skulu gjaldast í rentum og avdráttum. So tað er at kalla onki eftir til íløgur. Tó ætlar kommunan at keypa fimm talgildar talvur til skúlanum umframt at tet vænta at koma á mál við arbeiðnum at útvega øllum reint vatn.

Tað er somuleiðis greitt, at kommunan nú fer upp í aftur NSR samstarvið í Suðuroy, sum kommunan annars tók seg burtur úr í fjør, tí tey hildu, at tey fingu ov lítið burtur úr.

Men nú halda tey, at arbeiðið gongur betri, so nú hevur býráðið samtykt at fara upp í aftur.

Hinvegin hevur kommunan eisini samtykt at taka seg burtur úr samstarvinum um ferðavinnusamskiparan í Suðuroy.

Býráðið setir annars 50.000 av til serlig ferðavinnu endamál. Tað er hetta, sum ætlanin var at seta av til ferðavinnusamskiparan.

Men nú býráðið hevur samtykt at fara úr samstarvinum um samskiparan, varð samstundis upplýst, at tað er ikki avgjørt, hvat peningurin so skal brúkast til.

Annars er skattaprosentið á Tvøroyri framvegis 23,5% og barnafrádrátturin er eisini óbroyttur, 5.000 krónur.