Hugnaliga økið undir Bryggjubakka í Vágsbotni fær skjótt nýggjan bygning. Virksemið á kaihæddini verður útvent og fer at skapa enn meira lív í økinum.
Gamli blái bygningurin hjá Bátafelagnum verður tikin niður í dag. Tórshavnar kommuna stuðlar felagnum í arbeiðinum at gera nýtt felagshús.
Upprunaliga var ætlanin at byggja oman á verandi bygning, men húsið er í so vánaligum standi, at tað ber ikki til at hampa og klæða tey. Tí verða tey nú tikin niður og nýggjur bygningur verður gjørdur.
Bátafelagið ætlar at nýta tvær hæddir. Hinar hæddirnar verða leigaðar út. Tórshavnar kommuna hevur treytað sær, at útvent virksemi verður í niðastu hæddini - tað kann eitt nú vera mat-, kaffi- ella ølstova.