Nýggi bátahylurin í Hvalba verður nú alment tikin í nýtslu.
Hetta hendir á bryggjuni í Hvalba komandi leygardag, 11. juni.
Tað er Hvalbiar kommuna, sum bjóðar til alment hátíðarhald við røðum og tónleiki.
Hátíðarhaldið, sum byrjar klokkan 14, verður á økinum vestan fyri flakavirkið, TG Seafood.
Eftir hátíðarhaldið verður drekkamunnur og okkurt leskiligt at fáa í kantinuni á flakavirkinum.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Hvalbiar kommunu.