Arbeiðið at gera eina nýggja pensjónsskipan hevur ligið stilt í eina tíð. Men nú verður tað tikið upp aftur.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Annika Olsen, tingkvinna, hevur spurt hana, nær tað er væntandi, at politiski bólkurin, sum varð settur at vera við í arbeiðnum, fær fundarborð aftur.
Hon vísir á, at annars var ætlanin hjá samgonguni at tað skuldi vera komið á mál við eini nýggjari pensjónsskipan á ólavsøku. Men nú hevur eingin fundur verið síðani í vár.
Annika Olsen heldur, at hetta er ørkymlandi, og at politikarar eru farnir at óttast fyri at landsstýriskvinnan hevur slept ætlanini um at fáa eina semju ímillum allar flokkar og um ætlanin kanska er at broyta pensjónsskipanina nú, fyri at fáa fíggjarlógina fyri næsta ár at ganga upp, sigur Annika Olsen.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at av tí at tað ikki eydnaðist at finna eina semju fyri ólavsøku, varð avgjørt at steðga á, og at hon hevur samstundis avgjørt at bíða við at kalla saman aftur til fund til fíggjarlógin er liðug.
Men hon sigur, at væntandi verður næsti fundur í politiska fylgibólkinum nú í seinnu helvt av oktober.
Hon stendur framvegis við ætlanina um at fáa allar flokkar at semjast um eina nýggja skipan, ella so nógvar sum gjørligt, og tí verða ongar broytingar gjørdar í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár.










