Taka aftur ímóti ull í ár

Tað er nú avgjørt, at tikið verður ímóti ull í ár, men eingin prísur verður latið fyri hana

Tað er nú endaliga avgjørt, at tikið verður kortini ímóti ull í ár.

Tað er Árni Brattaberg á Sirri, sum hevur gjørt at taka ímóti ull í ár.

Men hann ger vart við, at eingin avreiðingarprísur verður latin fyri ullina.

Í hesum sambandi ber til at lata upp inn á Búnaðarstvuna yrkadagar frá í morgin til 22. august.

 

Men eisini verða bingjur settar upp kring landið sum ull kann latast í frá 30. Juli til 22 august.

 

Árni Brattbeerg ger vart við, at ullin skal vera turr og rein, og at skitin og vát ull skal í ruskbingjuna.