Tak leggjast yvir miðbýin í Havn

- Veðrið ov ringt til nakað útilív, og tí er tað einasta rætta at leggja tak yvir miðbýin

Tað einasta rætta er at leggja tak yvir miðbýin í Havn.

 

Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn. Og hann sigur, at hetta er eitt mál, hann bæl kundi hugsa sær at reist í býráðnum.

 

Nógv kjak er um miðbýin í Havn, har tey flestu halda, at tað er ov deydligt.

 

Bogi Andreasen er ikki samdur. Hann sigur, at tað er rættiliga lívligt í miðbýnum. Men tað er bara tað, at alt virksemið er innandura, og tað er av teirri einføldu orsøk, at veðrið er ov ringt til at hava nakað útilív.

 

- At tað sæst so lítið til lív í miðbýnum, merkir ikki, at alt er steindeytt. Virksemið er nógv, men tað er bara innandura, leggur hanna afturat.

 

Men býráðslimurin sigur, at eftir hansara tykki er tað einasta rætta at leggja miðbýin undir tak.

 

- Tað kundi av álvara skapt eitt uttanduralív í miðbýnum, eitt nú við uttandura sølu, kaffistøðum, konsertum, ella hvat tað skal vera, heldur hann.

 

Hann leggur dent á, at hetta má sjálvandi gerast í samráð við handilslívið í miðbýnum.

 

Sjálvur kundi hann hugsa sær, at Gongugøtan varð løgd undir tak, í fyrstu syftu í hvussu so er.

 

Men hann heldur eisini, at tað er rætt at fara longur, og at leggja ein part av Dr. Jakobsens gøtu, rundanum um Keypssamtøkuna undir tak, tí har eru nógvir handlar og tænastuveitarar av øðrum slagi.