Átak: Etið saman

Illgrunu er um at modernaða familjan etur hvør sær; og at elektronisk órógv er partur av máltíðinum, sigur Fólkaheilsuráiðið.

Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki  fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið "Etið saman".

 



Fremstu  kokkar í landinum fara at gera lættar og heilsugóðar skundverðar og møguleiki verður fyri at fólk kunnu koma framvið til eina hugnaligu løtu og hyggja at, ímeðan maturin verður gjørdur og royndarsmakka rættirnar.

 

 

 

fríggjadagin 20. Mai í:


Tórshavnkl. 16.00-18.00 í MiklagarðiLeif Sørensen kokkast.

Tórshavnkl. 16.00-18.00 uttanfyri FKGutti Winther og Snorri Paturson kokkast.

Miðvágurkl. 16.00- 18.00 uttanfyri FKMagnus Bech kokkast.

Tvøroyrikl. 16.00-18.00 uttanfyri BónusEyðstein Lyngvej kokkast.

Klaksvíkkl. 15.30 – 17.00 uttanfyri FKJóhanna á Tjaldrafløtti og Joan Sivertsen kokkast.


Fuglafjørðurkl. 16.00-18.00 uttanfyri FKPoul Rustin kokkast. 

Samveran og tað at eta saman fyllir ikki nóg mikið í dagsins samfelag, og vit vita (hagfrøðisliga), at vita eta minni saman í dag enn fyri fáum árum síðani. Vit vita, at umleið 30% av tíð, sum vit eta í dag, verður etið uttan fyri heimi, og vit vita eisini, at tað sum miðalborgarin etur uttan fyri heimi hevur lægri góðsku, enn tað, ið etið verður heima. Samstudis hava vit illgrunu um at modernaða familjan ofta etur hvør sær; og at elektronisk órógv (telefonir, ipadar, sjónvarp) eru partur av máltíðinum í nógvum famijum. Hetta meta vit kann órógva tað sosialu samveruna rundan um borðið, og sansainntrykkini, sum fylgja við at eta góðan mat.

Vit vilja við átakinum kveikja hugin og geva íblástur til føroyingar, soleiðis at vit øll fáa árræði at vera aktiv og gera mat, kanska serliga familjur, har børn og vaksin gera mat saman. Tá er tað at hesir skundverðar koma inn í myndina.