Tak ábyrgd av ullini

– Vit mugu gera okkum greitt, um ullin skal vera partur av føroyska landbúnaðinum, sigur Árni Brattaberg, nú eingin skipað ullamóttøka er í ár

 – Vit mugu gera okkum greitt, um ull sum tilfeingi skal vera partur av føroyska landbúnaðinum, sigur Árni Brattaberg, nú eingin skipað ullamóttøka er í ár.

 

Vandi er fyri, at føroyska ullin endar í ovnunum á brennistøðunum. Eingin skipað ullainnsavnan er í ár – hetta hóast ALS hevði góðar royndir av at taka ímóti ullini í fjørsummar. Árið í fjør var eitt royndarár, og Búnaðargrunnurin stuðlaði við stívliga 220.000 krónum.

 

– Vit tóku á okkum uppgávuna at standa fyri ullamóttøku í fjør og høvdu vónað og eisini ætlað, at átakið kundi halda áfram í ár. Men vit hava júst fingið noktandi svar frá Búnaðargrunninum, sum vit aftur hesaferð høvdu søkt um stuðul til verkætlanina, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari hjá ALS.

 

Við noktandi svarinum er greitt, at ullainnsavnanin dettur niðurfyri, tí Arbeiðsloysisskipanin metir seg ikki føra fyri at átaka sær arbeiðið og útreiðslurnar einsamøll.

 

Ein støða, sum Árni Brattaberg heldur lítið um. Karin og Árni Brattaberg hava rikið ullvørufyritøkuna Sirri í Vági síðani 1998, og síðstu nógvu árini hava tey keypt umleið helvtina av allari, føroysku ullini.

 

– Eg havi í tvey ár roynt at gera varug við støðuna, men má nú staðfesta, at ullin eftir øllum at døma ikki er partur av føroyska landbúnaðinum, sigur Árni Brattaberg, sum í samrøðu við VINNUNA eftirlýsir, at onkur tekur ábyrgd av føroysku ullini.

 

Les eisini: Ullin fer fyri skeyti

 

 Avgerðin hjá ALS kemur óvart á - bæði hjá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum, hjá Búnaðarstovuni og teimum, ið hava seyð. Búnaðarstovan var innsavningarmiðstøð í fjør. Øll útgerðin stendur klár í fjósinum á Royndarstøðini hjá Búnaðar­stovuni í Kollafjarðardali.

 

– Verkætlanin í fjør var ein sólskinssøga, har fleiri ymiskir stovnar megnaðu at arbeiða væl saman. Vit sum løgdu høli til og veittu ráðgeving, IRF, Búnaðargrunnurin og ALS. Tað er stórt spell, um tað nú bara dettur niðurfyri, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, sum ongar pengar eigur at stuðla við.

 

Í VINNUNI hesaferð er stórt tema um føroysku ullina. Blaðið tosar við Arbeiðsloysisskipanina; við hjúnini Karin og Árna Brattaberg, sum síðani ár 2000 hava tikið ímóti umleið helvtini av føroysku ullini; við Búnaðarstovuna; við røktingarmann og við landsstýrismannin í landbúnaðarmálum. VINNAN er mánaðarliga vinnublaðið hjá Miðlahúsinum. Blaðið kemur út saman við Sosialinum í dag.

 

Hoyr samrøðu við Árna Brattaberg við at trýsta á pílin undir myndini.