Útlagni leiðarin hjá tibetanska fólkinum, Dalai Lama, fær neyvan nakra almenna móttøku, kemur hann til Taiwan. Í hvussu er segði taiwanski frorsetin í gjár, at eftir hansara tykki eru viðurskiftini ikki tey røttu til eina tílíka vitjan. Politiskir eygleiðarar siga, at orðini eru uttan iva ætlað at sissa leiðararnar í Beijing. Teir meta Dalai Lama sum ein fígginda og Taiwan sum ein part av Kina.