Fyrrverandi taiwanski forsetin Chen Shui-bian hevur nú lagt sak ímóti amerikanska forsetanum, Barack Obama, og amerikanska verjumálaráðharranum, Robert Gates. Chu Shui-bian, sum fyri fjúrtan døgum síðani bleiv dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri svik og onnur lógarbrot, vil vera við, at tað var uppgávan hjá teimum amerikonsku leiðarunum at verja seg.
Ta niðurstøðuna er hann komin til, tí eftir hansara uppfatan hevur Taiwan verið ein partur av USA síðani seinna heimsbardaga.
Tann 59 ára gamli Chen var taiwanskur forseti frá 2000 til 2008.