Tait ætlar at keypa hús í Føroyum

Eftir konsertina hjá Michael Tait á Fjarðafestivalinum leygarkvøldið fekk Sosialurin møguleika at práta við dámliga og eyðmjúka mannin í nakrar minuttir
- Royn og hald samrøðuni niðri á 2-3 minuttum, segði samskiparin hjá Michael Tait við meg áðrenn samrøðuna.
Tað gekk ikki heilt. Ikki fyrr enn 10 minuttir seinni komu vit út, men tað var ikki mín skyld. Michael dámdi væl at práta og fortelja, so samrøðan gjørdist longri enn ætlað.

Hvussu upplivdi tú konsertina í kvøld?
- Tað var eitt blast. Fólk vóru opin og við uppá tað. Eg haldi, at tað var ein succés. Eg kendi tað á mær, áðrenn eg fór á pallin. Onkuntíð kanst tú lukta succés ella fiasko í luftini.
So tað var ein løta við succés og sjálvsáliti?
- Ja, men eg kendi tað ikki tí, at eg eri Michael Tait. Allir áhoyrararnir bóru okkum fram á pallinum, og tað gjørdi konsertina góða. Eg haldi, at føroyingar serliga kenna løgini frá DC Talk, men tey tóku líka væl ímóti mínum egna tilfari, og tað var deiligt. Eg haldi, at føroyingar eru komnir at kenna mín tónleik betri, og tá ið eg komi, aftur fara tit at kenna allar sangirnar hjá mær, sigur Michael Tait flennandi.
So tú kemur aftur til Føroya?
- Tað vil eg fegin. Tað má hin almáttugi avgera, sigur hann smílandi. Eg vil fegin keypa eini hús í Føroyum. Eg havi leingi ætlað mær at keypt eini hús í Evropa, og eg havi áður hugsað um Suðurfrakland og um Skotland, men eg haldi, at Føroyar hava stolið mítt hjarta. Eg leiti seriøst, og vinnmenninir hjá mær, Tummas og Helgi, royna at finna eitt stað, sum eg kundi keypt. So kundi eg búð við sjógvin og farið ein fiskitúr, og kanska svomið?
Eg trúgvi, at tað verður í so kalt hjá tær. Tú skalt í hvørt fall vera øgiliga djarvur, um...
- Eg eri øgiliga djarvur. Eg eri faktiskt eitt sindur býttur. Eg hevði lopið í sjógvin, um eg fekk møguleikan, sigur hann stórflennandi.
Hvat hevur tín trúgv at siga fyri tín sang og tína yrkisleið?
- Hon hevur alt at siga. Eg eri vaksin upp í einari kristnari familju, og pápin hjá mær var pastorur. Sum 19 ára gamal tók eg persónliga ímóti Jesusi, og tað havi eg ikki angrað. Eg trúgvi, at eg eri kallaður at bera boðskapin gjøgnum mín sang. Eg ynski ikki at fordøma nakran, men eg vil heldur vísa øllum Guds kærleika. Hetta er nakað, sum eg eisini arbeiði við í mínum tónleiki. Mín næsta fløga fer at eita Loveology, og heitið sigur alt.
Kunnu vit vænta okkum, at DC Talk fer at gera comeback einaferð í framtíðini?
- Hehe. Ikki spyrja slíkar spurningar, ungi maður. Tað kann eg ikki svara tær uppá, tí at eg veit ikki. Kanska eg, Kevin og Toby (Hinir limirnir í DC Talk) møtast ein dag og siga: Hey, skulu vit ikki fara at gera tónleik saman aftur?. Men tú kanst ongantíð siga, hvat framtíðin hevur at bjóða. Eg taki bara ein dag í senn og royni at fáa tað besta burturúr honum, sigur Tait at enda.