Tage var elstur av fýra systkjum sum eru Carsten, Bodil og Per. Carsten doyði í desember 2007, og hini systkini búgva í Danmark. Foreldrini vóru Emmy og Jens Buus Sørensen.
Tage vaks upp á einum bóndagarði sum var uml. 20-25 tunnir land. Har var nógv at gera, so Tage arbeiddi nógv frá ungum árum av, tað var ógvuliga strævið og hart mangan.
Tage var ein dugnaligur og evnaríkur drongur. Hann fór í læru í Gjerlev sum træsmiðjur og helt fram í Havnedal, tað tók umleið fýra ár, og honum dámdi sera væl. Hann søkti arbeiði, og tað var í Føroyum, men hann visti næstan einki um Føroyar og visti heldur ikki hvar tað lá. Helt at tað mundi vera onkunstaðni við Hebridurnar.
Í Føroyum skuldu teir byggja Føroya Banka. Hann fekk arbeiðið, pakkaði ein klædnasekk og eitt kuffert og reisti so til Føroyar við Tjaldrinum. Tað var ringt veður, tríggir aðrir dreingir vóru eisini við, Tage og tann eini fingu ikki sjóverk, men hinir báðir høvdu sjóverk. Tað var spennadi hjá teimum at royna nakað nýtt. Tá ið Tage sá oyggjarnar nærkast, helt hann, at her kundu ikki nøkur menniskju búleikast á hesum klettum.
Teir sigldu um páskirnar í 1957, og Tjaldri legði at kai í Havn. Og sanniliga vóru tað nøkur hús at síggja og menniskjur, sum sóu út til at vera vanlig fólk. Tage fór til arbeiðis við Føroya Banka og slapp at búgva á Sjómansheiminum. Jú tað gekk gott, hann arbeiddi so nógv, sum hann slapp til, men tann føroyski maturin, tað var ikki nakað serligt. Tá umleið 3 vikur vóru farnar, ætlaði hann sær at reisa til Danmarkar aftur, men gjørdi tað ikki álíkavæl. Hann arbeiddi alt tað summarið, og fór so niður aftur á skúla í Danmark, tí hann vildi útbúgva seg víðari til byggimeistara.
Eftir lokna útbúgving giftist hann við eini vakrari havnargentu, sum hann hevði funnið sær, hon æt Sigga, dóttir Heina hjá Karl F og Sannu, tey høvdu handil í Steinatún. Tey áttu 3 børn: Sigga, Margit og Karl.
Tage og Sigga fingu 5 børn: Súsanna, Jens, Heini og tvíburðarnar Anniku og Beintu. Tage eigur eisini 15 abbabørn og 2 langabbabørn. Tey blivu inngift hjá Heina og Sannu, men bygdu sær hús í Kardamummubýnum, Skákið 6. Tage var sjálvur við til at byggja Kardamummubýin, ein sera flottur og snotiligur býlingur.
Tage var við til at byggja fleiri stórbyggjarí so sum Útvarpshúsið, Norðurlandahúsið og skúlan á Trøðni og ymiskt annað. Hann kom at arbeiða saman við Danberg, og kom seinni at vera ein partur av partafelagnum Danberg & Sørensen. Tað gekk gott, teir høvdu nógv at gera altíð.
Tage hevur verði sera arbeiðssamur og dugnaligur maður. Hann hevur havt so ógvuliga gott skil á tí, sum hann hevur tikist við. Hann misti konu sína í mai 2005. Tar tað ógvuliga hart fyri hann og ætlaði hann sær tá at flyta til Danmarkar, men tað gjørdi hann ikki. Hann fór heldur at royna at gera sær ein íbúð í kjallaranum, sum hann kundi leiga út, so var tað ikki so einsligt. Og har kom ein kona at leiga frá honum og skuldi hjálpa honum við at vaska onkuntíð, tað var Rannvá Samuelsen úr Søldarfirði, og sum tíðin leið blivu tey góð hvørt við annað, og valdu at gifta seg, og tað gjørdi tey 20. juni 2008.
Nakað eftir seldi hann húsið í Kardamummubýnum og flutti til Søldarfirðar í tað lítla húsið saman við seinni konu síni. Har búgva tey nú og byggja húsið út, so tað kann vera pláss fyri báðum familjunum. Tage er ein drívmegi av rang.