Í fjør og í fyrraárið vóru tað genturnar umborð á Erlu Kongsdóttir, sum vóru bestar. Í ár er tað eingin, sum skalar kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum.
Sí myndir frá jóansøkuróðrinum við at trýsta HER
Í dag fóru genturnar í Fuglafirði avstað við sigrinum í kappingini millum bæði 5-mannaførini við kvinnum og 5-mannaførini við gentum. Í fyrra førinum var tað við Erlu Kongsdóttir, og í seinna førinum var tað við Silju, sum vann fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Talan var um sera tætta og skiftandi kapping millum 5-mannaførini við gentum. Fleiri bátar royndu at vera á odda, men tá ið tað nærkaðist málinum, vóru tær umborð á Silju tær drúgvastu, og tað var eingin ivi um, at tær úr Fuglafirði vóru tær fremstu, og at Drekin eftir góðan endaspurt var næstfremst.
| 1 | Silja | 05:27.21 | ||
| 2 | Drekin | 05:28.24 | ||
| 3 | Blikur | 05:31.02 | ||
| 4 | Spógvin | 05:31.10 | ||
| 5 | Jallurin | 05:32.01 | ||
| 6 | Fípan Fagra | 05:32.01 | ||
| 7 | Sílið | 05:36.07 | ||
| 8 | Ørnin | 05:45.19 |
| 1 | Silja | 05:27.21 | ||
| 2 | Drekin | 05:28.24 | ||
| 3 | Blikur | 05:31.02 | ||
| 4 | Spógvin | 05:31.10 | ||
| 5 | Jallurin | 05:32.01 | ||
| 6 | Fípan Fagra | 05:32.01 | ||
| 7 | Sílið | 05:36.07 | ||
| 8 | Ørnin | 05:45.19 |
mynd: Erla Kongsdóttir kvinnur og Silja gentur (ÍF kappróður eigur myndina)










