Finaludagurin í HM í estetiskum fimleiki hevur verið í høllini á hálsi í dag, har 25 finalulið luttóku. Ímillum teirra vóru tvey føroysk. Team Havnar Fimleikafelag hjá kvinnum og Alda hjá kvinnuunglingum.
Væl gekst hjá Team Havnar Fimleikafelag. Tær fingu í dag 16,15 stig, sum er tað mesta eitt føroyskt lið nakrantíð hevur fingið í HM. Við tilsamans 31,55 stigum fingu tær 11. pláss.
Heimsmeistari hjá kvinnum gjørdist finska liðið Minetit, sum vann kappingina við samanløgdum 38,85 stigum. Expressia úr Russlandi var beint í hølunum á teimum við 38,80 stigum.
Alda fekk í dag 14,60 stig, og við samlaða stigatalinum 29,15 gjørdust tær nummar 13. Victoria úr Russlandi gjørdist heimsmeistari í kvinnuunglingum, næstan eitt heilt stig frammanfyri Minetit Juniors úr Finnlandi.
Samrøður o.a. í sambandi við HM-kappingina verður at lesa í Sosialinum í morgin.