Tadic tepurt á odda

Tað er líkt til, at Boris Tadic er afturvaldur sum forseti í Serbia. Men sigurin er eftir øllum at døma sera tepur Uppteljingin aftan á forsetavalið í Serbia í dag er ikki liðug, men tíðindini úr Beograd siga, at Boris Tadic er afturvaldur.

Sambært altjóða tíðindastovunum hevur Tadic fingið 51 prosent av atkvøðunum. Avbjóðarin, Tomislav Nikolic, hevur fingið 49 prosent.

Onnur tíðindi siga, at Boris Tadic fekk 50,5 prosent av atkvøðunum og Nikolic 47,9 prosent. Hinar atkvøðurnar vóru sum skilst ógyldugar.

Boris Tadic er fyri tættari samstarvi ímillum Serbia og Vesturheimin, meðan Tomislav Nikolic vil knýta Serbia tættari at Russlandi.